Thales VesseLINK veitir globalan fylgisveina dekning fyri maritimt samskifti. Við støðugum sambandi frá norður- til suður pólin, er hetta loysnin at hava álit á til týðandi samskifti. Hóskandi til skip og skipaflotar av ein hvørjari stødd, VesseLINK er lætt at knýta saman við núverandi útgerð umborð. VesseLINK nýtir Iridium Certus Broadband fylgisveina tænastur við yvir 66 fylgisveinum sum røkka yvir 100% av jarðarknøttinum, eisini á djúpum havið og víð pólarnar. Skipanin nýtir dygdargóðu tænastuna fyri at veita álítandi, mobil og týðandi talu, tekst, og web samskifti fyri skiparan og manning. VesseLINK kemur við einum hugskygdum brúkara vinarligari nýtsluskipan, sum sera einkult kann knýtast til núverandi skipan umborð. Eisini er alt innbygt til framtíðar uppstiggandi dagføringar, fyri at framtíðartryggja tína íløgu og tryggja bestu ferð og besta avrik.
- Dygdargott, lætt samskifti til maritima nýtslu
- Certus 700 Tænasta (352 kbs Up/704 kbps Down & 256 kbps Streaming møguleika)
- 100% Gobalt fylgisveina dekningur og trygt støðugt skjótt samband til týdningarmikið dátu og talu samskifti.
- Lætt at knýta til 4G og VSAT skipan, við innbygdum "Preferred Router Switch"
- Kann knýta upp til 3 WiFi tól samstundis.
Heiti | Type | Størrelse | Tak niður |
---|---|---|---|
VesseLINK-September-2020.pdf | 2.60MB | Tak niður |