Trawl Speed & Grid sensor er gjørdur til at veita skiparanum realistiskar upplýsingar um hvussu fiskireiðskapurin uppførir seg.
Nú tá nógvur fiskiskapur er kravdur at nýta sundurskiljingar útgerð, er Trawl Speed & grid sensor hjá Marport útgjørt til at geva skiparanum røttu upplýsingarnar á hvussu reiðskapurin uppførir seg, fyri at tryggja at eitt hál ikki verður mist grunda á smáðar feilir, ið lættliga høvdu kunna verið forðaðir við røttu upplýsingunum.
Trawl Speed & Grid sensor er førur fyri at máta vatnstreymin í tveimum ásum, fyri at vísa vanligar streym upplýsingar eins við tvørstreym, hetta fyri at geva møguleika at rætta upp á trolið í tvørstreymi og tryggja at eingir skaðar koma á trolið, ella ávirka fiskiskapin.
Sjóvarstreymur á upp til seks knob kunnu síggjast effektivt, og við tvørstreymi á upp til trý knob.
Grundleggjandi funktióninar í sensorinum, at máta beinan- og tvørstreym ígjøgnum trolið, verða stuðlaðir av framkomna vinkul sensorinum, fyri at tryggja at vinkulin á trolinum verður varðveitt tá fiska verður, og vísa á ábendingar um at ristin er tipt og at fiskarnir ikki koma niður í posan. Dagføringarnar fyri bæði streym og vinkul dátur eru títtar.
Heilt upp til 90 tímar í nýtlsutíð kunnu uppnáðast við einari vanligari løðing, og við einum Fast Charge møguleika tá tørvur er á tí.
Heiti | Type | Størrelse | Tak niður |
---|---|---|---|
MarportCatalog.pdf | 7.81MB | Tak niður |