KDG-300
- 4-ásir 140kHz doppler havstreym mátari, við neyvleika á 1%
- Vísir 5 ymisk løg niður til 300m dýpið
- Mátar ferð yvir botn niður til 600m
- 4 kanal ekkólodd víst á skermi
- Eingin kalibrering neyðug
Sonic KDG-300 hevur 2 eins transdusarir (ekkólodd botnar), ein longs- og ein tvørskips. Hetta gevur møguleika fyri at máta havstreym við einum neyvleika heilt niður á 1%, og hetta uttan brúkara kalibrering. Serstaki bygnaðurin og uppsetingin av transdusarunum tryggjar javnan neyvleika ígjøgnum alla livitíðina av tólinum.
Tekniskar upplýsingar.
KDG-300 er ein 4-ásir doppler havstreym mátari við einum sendifrekvensi á 140kHz, sum kann vísa havstreym á upp til 5 ymiskum løgum, heilt niður á 300 metrar. KDG-300 sær 30 - 40° út á 4 síðir. Tá nót verða nýtt, kann man halda eyga við um fiskurin kemur móti skipinum, uttan at lora sonar. Tá trola verður, kann KDG-300 nýtast sum ekkólodd til at halda eyga við hvørja síðu á skipinum fiskastimurin er, samstundis sum ferðin á stimanum verður måld. KDG-300 kann eisini vísa ferð yvir botn (SOG) heilt niður á 600 metur.
Útgerð
Útgerðin ið kemur við KDG-300 er væl roynt og tænastu vinarligt. Slit lutir tryggja ein lágan viðlíkahaldskostnað og styttri umvælingartíð. Stýripaneli til KDG-300 er brúkaravinarligt og kompakt, við knøttum til einkulta nýtslu av útgerðini.
Útskifting
Til tey skip sum hava eldri útgávur av Kaijo DCG-100 og Kaijo DCG-200, kann hendan útgerð dagførast til KDG-300.
Heiti | Type | Størrelse | Tak niður |
---|---|---|---|
KDG-300-brosjure.pdf | 1.45MB | Tak niður |